Tiltakið er liðugt

Takk fyri luttøku á ársins Nebula íverksetanarráðstevnu. Skjótt byrja fyrireikingar til næsta ár. Um tú vilt hjálpa okkum við at geva anonymt feedback um tiltakið, kanst tú gera tað á hesari leinkju. Takk fyri!



Videotilfar

Her eru leinkjur til upptøkur frá Nebula íverksetanarráðstevnuni 2015.

Dagurin samanumtikið
Framløga: Ólavur Ellefsen
Prát: Íverksetan sum lesandi
Framløga: Guðmundur Einarsson
Prát: Frá ítriv til yrki



Skrá

13:00

Ráðstevnan verður sett.

13:15

Kunning um teir básar, sum eru á degnum. Hvør básur fortelur stutt, hvussu tey kunnu hjálpa tær.

13:35

Ólavur Ellefsen, stovnari av Simprentis, leggur fram um leiðina frá start til exit.

14:00

Oddur Friang Rasmussen og Pól Andrias Larsen kjakast um at gerast íverksetari, meðan mann er lesandi. Teir viðgera avbjóðingar og fyrimunir, og hugleiða um sínar egnu royndir.

14:20

Steðgur, ið gevur høvi til at práta við hinar luttakararnar og søkja sær ráðgeving í básunum. Ókeypis kaffi og sodavatn frá Føroya Bjór.

14:50

Guðmundur Einarsson leggur fram um menningina av Bókun. Hann fortelur um avbjóðingarnar, sum fylgja við at gera eina startup í einum lítlum oyggjasamfelagi, og um at venda tær til fyrimunir.

15:30

Steðgur, ið somuleiðis gevur møguleika til netverkan og ráðgeving. Ókeypis sodavatn og øl frá Føroya Bjór.

16:00

Samrøða á pallinum við Mikkalinu Norðberg. Hon hugleiðir um sínar royndir við at taka lopið frá ítriv til yrki.

16:30

Tá ið skráin er liðug, verður lagt upp til víðari netverkan í Reinsarínum. Eisini verður møguligt at fáa síðstu spurningarnar avgreiddar í básunum. Ókeypis sodavatn og øl frá Føroya Bjór.


Á Pallinum

Guðmundur Einarsson

Guðmundur arbeiðir við Bókun, ein íslendsk startup við einari booking skipan til ferðavinnuna. Bókun varð kosið ársins startup í teimum íslendsku Nordic Startup Awards.



Kristianna Winther Poulsen

Kristianna hevur arbeitt við íverksetan fyri Vinnuframa. Hon arbeiðir sum verkætlanarleiðari og undirvísir í Hoydølum. Hon verður aftur í ár vertur og orðstýrari á Nebula.



Ólavur Ellefsen

Ólavur hevur stovnað Simprentis, sum í fjør bleiv selt til risan Schlumberger. Umframt Simprentis hevur Ólavur fleiri exits á baki, eitt nú Kall til Vodafone.



Mikkalina Norðberg

Mikkalina ger hondgjørdar glaslutir við ymsum litprýdi. Hon hevur fingist við glaslist sum ítriv, og hevur megnað at ment sína passión til eitt fulltíðar yrki.



Pól Andrias Larsen

Sum lesandi byrjaði Pól Andrias saman við tveimum vinmonnum at menna apps og heimasíður. Hann hevur stovnað Beak, sum mennir digitalar loysnir til kundar sínar.



Sissal Kristiansen

Sissal hevur skapt Shisa Brand, sum sniðgevur og framleiðir ymsar lutir og klæðir í føroyskum, men innovativum, stíli.



Oddur Friang Rasmussen

Oddur arbeiðir í løtuni við projektinum Time Cloud, sum skrásetir arbeiðsgongdir hjá starvsfólki gjøgnum eina lokations-baseraða app. Hann skrivaði bachelor ritgerð um tøknina aftanfyri hesum, og tekur nú eina kandidat í samfelagsligum jura.




Básar


Hvussu skal tín roknskapur síggja út, tá tú byrjar nýtt virksemi? Hjá NUMO kanst tú fáa vegleiðing um hetta, og hoyra um hvussu løggilda grannskoðanarvirkið kann lyfta byrðuna fyri ávísar uppgávur tá tú fert í gongd.





Hevur tú brúk fyri einum einstaklingafirma, ella fyri einum smápartafelagi? Hvussu kanst tú patentera okkurt nýtt, sum tú hevur uppfunnið? Hesar spurningar kunnu Advokatskrivstovan millum annað svara uppá í teirra bási.





Við ráðgeving og fíggjarligum stuðuli hjálpir Vinnuframi íverksetarum á leiðini til vaksandi virksemi. Í básinum fært tú vegleiðing um hvussu tú fært gagn av teirra stuðulsskipanum.





Nýskapanarhúsið Hugskotið stimbrar íverksetan við at bjóða ráðgeving og innivist til nýggj átøk. Í básinum hoyrir tú um hvussu tey kunnu hjálpa tær á leiðini frá hugskoti til veruleika.





Tá ið tú fert undir nýtt virksemi, skalt tú altíð dansa við TAKS. Hjá básinum fært tú vegleiðing um praktisk viðurskifti í mun til at gerast íverksetari.





Fyriskipari

Halgir Winther Nagata

(+298) 21 21 67
hn@halgir.com

LinkedIn
Twitter



Høvuðssponsor



Sponsorar